Psykiatriska Sjúklingakærunevndin

Psykiatriska Sjúklingakærunevndin



Lóg

Reglurnar fyri Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina eru at finna í anordning nr. 185 af 13. marts 2009 om ikrafttræden for Færøerne af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien.
 

Kærur

Kærast kann til Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, um persónur í samband við innlegging á psykiatrisku deild verður útsettur fyri tvingsli.
Tvingsilsinntrivini kærast kann um eru:

 

  • tvingsilsinnlegging
  • tvingsilsafturhald
  • afturføring
  • tvingsilsviðgerð
  • fastspenning
  • nýtslu av likamligum valdi
  • nýtslu av persónligum ávaringar- og peiliskipanum og serligum hurðalásum
  • verjufastspenning
  • persónliga vernd, ið uttan steðg varar meira enn 24 tímar og
  • hurðalæsing á deildini
  • tvungna uppfylging eftir útskriving
     

Skrivlig

Tú kanst heinta kæruskjal til psykiatrisku Sjúklingakærunevndina her á síðuni, men tað er onki krav um at brúka hetta skjal. Onki krav verður sett til, hvussu kæran skal síggja út. Kærast kann munnliga eins og skrivliga.

 

Kostnaður

Tað er ókeypis at kæra, men kærarin má sjálvur bera møguligan kostnað, um hann undir kæruviðgerðini letur seg umboða av øðrum

 

Viðgerðartíð

Psykiatriska Sjúklingakærunevndin skal taka avgerð skjótast gjørligt.
 
Sjúklingakærunevndin skal kunna sjúklingin og sjúklingaráðgevan, um avgerð ikki er tikin innan 14 dgar eftir, at kæran er móttikin í nevndini. Samstundis skal nevndin eisini upplýsa, hvør orsøkin er til hetta og nær væntast kann, at avgerð fyriliggur.

Ein serlig regla er galdandi viðvíkjandi kærum um tvingsilsviðgerð, har givin er uppsetandi virknaður. Uppsetandi virknaður hevur við sær, at avgerðin um tvingsilsviðgerð verður ikki sett í gongd, fyrr enn Sjúklingakærunevndin hevur tikið støðu til kæruna. Í hesum førum skal sjúklingakærunevndin taka avgerð innan 7 gerandisdagar eftir, at kæran er móttikin.


Nevndin

Í Psykiatrisku Sjúklingakærunevndini eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:

 

Nella Festirstein, løgfrøðingur og forkvinna
Jeaneth Løkjá, lækni
Sámal Lindenskov, sálarsjúkrarøktari
 

 

Varalimir eru:

Betzy Ludvig, løgfrøðingur

Heini Harryson, lækni

Súna Mørk

Valskeiðið hjá nevndini er 1.10.2017 til 30.9.2021
 

Hvar

Kæran kann - møguliga umvegis sjúklingaráðgevan - latast inn til sjúkrahúsið, sum hevur skyldu til at víðarisenda kæruna til Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina.
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Sjúkrahúsið sendur kæruna til
  

Psykiatriska Sjuklingakærunevndin
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

 

Kæruskjal

Kæruskjal

Kæruskjal
Faldari um at kæra



Faldari um at kæra

Faldari