FØROYA KÆRUSTOVNUR
Undir Hornabakka
Postsmoga 45
Fo-110 Tórshavn
Tel:+298 320 585
Fax:+298 320 590
Email: mail

Avgreiðslutíð:
mán.-frí.
kl. 09-12
kl. 13-15

Skuldarumskipan

 

Umskipan og eftirgeving av skuld til landskassan

 

Lóg:                Reglurnar um Skuldarumskipanarnevndina eru ásettar í løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg- og tollskuld v.m.

 

Persónar:       Skuldarumskipanarnevndin hevur heimild til at umskipa skuld, sum fólk hava til landskassan. Partafeløg, smápartafeløg, sjálvsognarstovnar v.m. kunnu sostatt ikki fáa umskipað teirra skuld eftir hesi lóg.

 

Skuld:             Tað er bert niðanfyri nevnda skuld, sum er umfatað av lógini:

§            Landsskattur og AM-gjald.       

§            Meirvirðisgjald.

§            Tollur.

§             Lønarhæddaravgjald.

§             Framleiðslugjald.

§             Vinnulán og veðhald givin av Føroya Landsstýri.

§             Lestrarlán frá Stuðulsstovninum.

§   Rentuskuld og skuld frá øðrum útreiðslum, ið eru knýttar at høvuðsskuldini.

 

Umskipan:     Skuldin kann verða heilt ella lutvíst eftirgivin ella umskipað. Lýkur viðkomandi ikki  treytirnar fyri umskipan, kann talan verða um at veita gjaldskáa.

 

Treytir:           Í høvuðsheitum verða somu atlit tikin, sum tá skiftirætturin tekur støðu til skuldarumskipan eftir konkurslógini. Soleiðis skal skuldarin t.d. prógva, at hann ikki er førur fyri og heldur ikki innan fyri tey næstu árini hevur útlit fyri at kunna lúka sínar skyldur til landskassan. Munandi misjavni skal vera staðfestur millum gjaldsevnini hjá skuldaranum og skuldina, hann hevur til tað almenna. Skuldarumskipanin eftir hesi lóg skal vera avgjørt seinasti møguleikin at loysa skuldartrupulleikarnar við landskassan.

 

Nevndin:        Ein trímannanevnd tekur støðu til umsóknirnar.
                   Í nevndini sita í løtuni
:

§         Ingi Højgaard, advokatur og formaður í nevndini

§         Ulla Joensen, cand. merc.

§         Súsanna Leo, cand.jur.

 

Kæra:             Avgerðin hjá Skuldarumskipanarnevndini er endalig og kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika

 

Hvar:              Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Umsóknin um umskipan av skuld skal tí sendast til: 

                            

Skuldarumskipanarnevndina

c/o Føroya Kærustovnur

Undir Hornabakka

Postboks 45

110 Tórshavn

 

 

Umsóknarblað:   Trýst her fyri at heinta eitt umsóknarblað.

 

 Síðurnar eru seinast dagførdar: hós, 10. sep 2009